Hetta er einki at vera bangin fyri

Men umskipa vit ikki sjúkrahúsverkið, hava vit allar orsøkir at vera bangin, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna

 

– Hetta er einki at vera bangin fyri.

 

Tað staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú Løgtingið er við at verða liðugt at umrøða ætlanina fyri, hvussu sjúkrahúsið skal skipast í framtíðini.

 

Men hon heldur, at lata vit alt bara ganga sína gongd, hava vit rættiliga nógv at vera bangin fyri, tí fakligi serkunnleikin hevur gjørt púra greitt, at verða stig ikki tikin, fara vit ikki at klára at varðveita eitt heilsuverk á tí stigi, vit vilja hava tað á.

 

Eitt, serliga politikarar úr Norðoyggjum hava stúrt fyri, er, at virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsið fer at verða niðurlagað.

 

Í tí sambandi vil Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, at Løgtingið skal rætt og slætt áseta við lóg, hvørjar viðgerðir skulu verða á hvørjum av teimum trimum sjúkrahúsunum.

 

 

Les eisini: Viðgerðir á sjúkrahúsum skulu útlutast politiskt

 

 

Men Sirið Stenberg vísir avgjørd frá, sær, at tað skal verða politiskt ásett, hvussu virksemið skal skipast í millum sjúkrahúsini.

 

– Alt, vit gera, og alt vit fara at gera, skal verða fakliga grundað, staðfestir Sirið Stenberg.

 

Hon sigur, at tað fakliga, og trygdin hjá sjúklingunum skal altíð vera fremst í huga í øllum vit gera, og øllum, vit fara at gera, ger hon greitt.

 

– Fremsta endamálið er at seta sjúklingin í fremstu røð, soleiðis at at hann altíð fær bestu, fakligu viðgerð, hvar hann so enn er staddur.

 

Kjakið um, hvussu nógv sjúkrahús, vit skulu hava, er endað, nú snýr tað seg um at gagnnýta tey til fulnar.