- Sjáldan hava so fáar krónur kunnað munað so nógv fyri so mong.
Tað sigur Páll Isholm, lærari á Studentaskúlanum og HF skeiðnum í Eysturoy.
Hann mælir staðiliga løgtinginum til at játta pengar, so at allar føroyskar orðabøkur verða ókeypis, ikki bara hjá skúlanæmingum, men hjá øllum.
Tað ger hann, nú føroysk skúlabørn í fólkaskúlanum missa atgongdina til ókeypis orðabøkurnar hjá Sprotanum á internetinum, tí Mentamálaráðið og kommunurnar, kunnu ikki semjast um, hvør skal rinda nakrar hundraðtúsund krónur um árið.
Fíggjarlógin fyri næsta ár verður endaliga samtykt í dag og Páll Isholm heitir á løgtingið um at samtykkja at játta pengar til endamáliðm áðrenn hon verður endalig samtykt.
- Sum skilst, kostar tað í mesta lagi hálvaaðru piparnøt, leggur hann afturat.
- Hetta er ikki ein spurningur um tvídrátt og gamalt agg millum land og kommunur. Hetta er ein spurningur um virðing fyri móðurmálinum í 2014 og frameftir sigur hann.
- Netið er ókeypis, og eru slíkar tænastur ikki ókeypis, verða tær ikki brúktar. Føroya fólk, sum við skatti og avgjøldum longu hevur goldið fyri at menna tær flestu orðabøkurnar, hevur krav upp á ókeypis orðabókatænastu á netinum, sigur Páll Isholm.
- Sama um tey ganga í hesum ella hasum skúlanum, ella búgva í hesari ella hasari kommununi, so einfalt er tað.
- Men sjálvandi kosta slíkar skipanir nakað av peningi. Tað ger telduskipanin hjá eitt nú TAKS, sjúkrahúsverkinum, almannaverkinum, Mentamálaráðnum, løgtinginum ella Tórshavnar kommunu, eisini.
Tí heitir heitir hann á landsins kosnu politikarar um at finna tær krónurnar, sum skulu til at røkja ein føroyskan orðabókaportal.
- Tá hevur allur heimurin atgongd til føroysku orðabøkurnar – ókeypis. Alt annað er at arbeiða móti tíðarandanum og gera seg inn á menningina av okkara móðurmáli, sigur hann.
- Sjáldan hava so fáar krónur kunnað munað so nógv fyri so mong. So her hava okkara fólkavaldu veruliga møguleika at vísa evnini at fremja tiltøk í tøkum tíma, sigur hann.