Hetta er ein sera væl hugsað gáva

- Vit mugu gera tað sjálvi, tí ongin ger tað fyri okkum

Skulu vit gera okkum vónir um at fáa fólk at støðast í Suðuroy, er neyðugt at trygdin er í lagi, tá ið bráðhjálp er neyðug.

 

Tað heldur Hans Petur Nielsen, yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

 

Sum vit lósu á in.fo fyrr í dag, hevur Sumbiar Kommuna latið Suðuroyar Sjúkrahúsi 100.000 krónur til tól, sum gevur sjálvvirkandi hjartamassasju.

 

 

Les eisini: Betri før fyri at bjarga mannalívi í Suðuroy

 

 

- Hetta er ein stórfingin gáva, segði Hans Petur Nielsen, tá ið hann, vegna Sjúkrahúsið, takkaði Sumbiar Kommunu fyri gávuna.

 

Hann staðfestir, at skal talan vera um at forða fyri at fólkatalið í Suðuroy minkar, ella skal talan vera um at fáa tað at veksa, er neyðugt at viðurskiftini í samband við bráhjálp.

 

- Hava fólk kensluna av, at hesi viðurskifti ikki í rættlag, fær tað tey uttan iva at aftra seg við at vera her, heldur yvirlæknin.

 

Hann segði, at hendan gávan er ógvuliga væl hugsað, tí tá ið vit koma í eina støðu, har vit skulu veita bráðhjálp, er hetta eitt tað týdningarmesta tólið, vit hava, bæði í sjúkrabilum, og á sjálvum sjúkrahúsinum.

 

- Í okkara grannalondum eru slík tól vanlig útgerð í sjúkrabilum, og á sjúkrahúsum, nú á døgum, so hendan gávan lyftir hendan partin av viðgerðini upp á norðurlendskt stig – har vit eiga at vera, segði yvirlæknin.

 

Men hann vísti eisini á týdningin av, at ein kommuna soleiðis hugsar út um sínar egnu eingjargarðar, sum hann málbar seg.

 

- Kanska áttu suðuroyingar í størri mun at hugsa soleiðis, sum Sumbiar Kommuna hevur hugsað í hesum sambandi, tí vit eru ikki bara vágbingar og tvørafólk, og so framvegis. Vit eru eisini suðuroyingar og vit noyðast at lyfta í felag fyri at fáa oynna at mennast.

 

- Tað vísir seg mangan, tað, sum skal gerast fyri at megga oynna, mugu vit gera sjálvi, tí ongin ger tað fyri okkum, helt Hans Petur Nielsen. 

 

Undir "myndasøvn" eru fleiri myndir frá løtuni, tá ið gávan varð handað.