Jacob Vestergaard, landsstýrimaður í innlendismálum, sigur seg harmast um, at tíðindini um Strandferðsluna lóku út til Portalin kvøldið fyri, at starvsfólkini vórðu kunnað. Men hann skilur als ikki atfinningarnar um, at álitisfólkini áttu at verið tikin við í fyrireikingarnar.
- Tað eru 10 mánaðir til stovnurin flytur. Tí er góð tíð til at fyrireika alt, og ætlanin er sjálvsagt at starvsfólkini og álitisfólkini eisini vera við í hesum, sigur hann við Sosialin.
Í sáttmálanum við Starvsmannafelagið stendur, at tá talan er um at flyta ella siga upp starvsfólk, skal leiðslan samráðast við álitisfólkið á avvarðandi deild? Hvat sigur landsstýrismaðurin til hetta?
- Eg dugi ikki at síggja, at vit hava gjørt nakað skeivt. Nýggi stjórin fer, saman við álitisfólkunum, at fáa alt tað praktiska uppá pláss, og góð tíð er til tað, sigur hann.
Í mun til úttalilsini frá eitt nú starvsfólkaleiðaranum, Páll Heinesen, um at stovnurin verður í skeljasori, tí fólkini fara at flýggja, áðrenn hann flytur, sigur landsstýrismaðurin:
- Um so verður, so má tað vera upp til nýggja stjóran at samla stumparnar.
Og hann sigur víðari, at her er talan um eina politiska avgerð, og tað er natúrligt, at politiska viðgerðin er avgreidd, áðrenn starvsfólkini verða kunnað.
- Vit gjørdu eisini av at flyta Matrikulstovuna úr Havn og út á Argir, og tað var eingin trupulleiki.
Spurdur, um tað ikki er stórur munur á tí, og so at fáa boð um at flyta til Tvøroyrar, sigur landsstýrismaðurin, at jú, tað er tað fyri summi.









