Hetta er ógvuliga keðiligt – men vit fáa ikki gjørt nakað við tað. Tað sigur fútin, Michael Boolsen, sum eisini er limur í farsóttarnevndini. Fyrr í dag vistu vit at siga, at hóast tað er eitt staðiligt tilmæli, er tað bara ein brøkpartur av teimum, sum koma til Føroya, sum lata seg kanna umaftur tann fjórða dagin tey eru her.
Les meiru um tað her: Bara ein lítil brøkpartur halda tilmælini um koronu
Hesar seinastu mánaðirnar eru tað nevniliga ikki meiri enn ein triðingur av teimum, sum koma til Føroya, sum halda tilmælið um at lata seg kanna umaftur tann fjórða dagin.
Hesi tølini eru ikki ókend fyri formannin í farsóttarnevndini. Eg kenni væl hasi tølini, men tey eru ómetiliga keðiligt. Hann sigur, at tað er ógvuliga harmiligt, at tey ikki eru hægri, serliga tá ið havt verður í huga, at tað er javnan, at onkur, sum er sum er smittaður, verður funnin í hesum kanningunum, sigur hann. Men hann sigur, at talan er bara um eitt tilmæli, so tey fáa ikki gjørt nakað við tað. Tað einasta, vit kunnu gera, er at upplýsa um tilmælið og at leggja dent á, hvussu stóran týdning tey hava. Og so gera vit tað so høgligt sum tilber at lata seg kanna, sigur hann.
Hann sigur, at skal kanningin gerast til eitt krav, skal farsóttarlógin fyrst yvirtakast til føroyskt málsøki. Men tað hevur landsstýrið tikið avgerð um ikki at gera. Og tað havi eg ongar viðmerkingar til, sigur Michael Boolsen.