Hetta er ein gáva til Havnina

Hetta fer at loysa ein ovurstóran trupulleika í miðbýnum í Havn, sigur býráðslimur

Sum støðan er nú, elvir tað ofta til ruðuleika í miðbýnum í Havn

Hetta er ein gáva til Havnina. Tað heldur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn, og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum. Í gjárkvøldið samtykti býráðið at broyta byggisamtyktina fyri eitt øki mitt í Havnini. Ein privatmaður hevur nevniliga søkt um at fáa loyvi til at byggja eitt parkeringshús til 150 bilar á stykkinum, sum er niðast í Bøkjarabrekku, og ovast í húsinum verða eisini átta íbúðir.

 

Les meiri um ætlanina her – og eisini akkurát hvar stykkið er, sum parkeringshúsið skal byggjast á: Fara at gera stórt parkeringshús mitt í Havnini

 

Tróndur Sigurðsson heldur, at hetta eitt fantastiskt mál tí vit vita øll, hvussu ovurstórur tørvurin er á parkeringsplássum í miðbýnum í Havn. Bæði handlar, vinnuvirkir og fólk, sum búgva í býnum, skríggja eftir fleiri parkeringsplásum. Hann sigur, at hetta er eitt parkeringshús, sum kann bjarga øllum tí ovara partinum á miðbýnum. Samstundis sigur hann, at hetta er ikki ein íløga, sum býráðið sjálvt kann fara undir nú.

 

Hann sigur, at sum skilst er ætlanin at skipa parkeringshúsið í tveimum. Í hesum sambandi fer tað at bera til hjá fólki, sum heild at leiga sær eitt fast parkeringspláss í húsinum, men har fer eisini at bera til hjá teimum, sum fara í býin eitt ørindi, at leiga sær eitt parkeringspláss í ein tíma, ella nakrar tímar.

 

Ruth Vang, býráðslimur fyri Framsókn leggur stóran dent á, at parkeringshúsið eisini verður opið fyri almenninginum, so at tað ikki bara verður opið fyri einum úrvaldum skara, sum hevur leigað sær fast parkeringspláss í húsinum.  

 

Annfinn Brekkstein væntar, at hetta fer at fáa meiri lív í Niels Finsensgøtu og tað fer at gera tað lættari at samanbinda miðbýin og SMS. Annika Olsen hevur talað fyri at vit fáa parkeringstunnil undir Havnina, so at lendi kann brúkast til onnur endamál.

 

Tað vóru 12 býráðslimir, sum atkvøddi fyri uppskotinum, tí Elsa Berg úr Tjóðveldi, atkvøddi blankt.

 

Sum støðan er nú, elvir tað ofta til ruðuleika í miðbýnum í Havn