Kappróður
Frá fyrsta degi var dreymurin at sleppa á landsliðið, og tað hevur verið hart arbeiði hjá Katrin Olsen og Sigrid Svartá at sleppa í tað besta selskapið innan kappróður í Danmark.
Flestu rógvarar, sum finnast á danska landsliðnum hava vant seriøst síðan tey vóru ung - umleið 15 ár. Tá verða tey tikin út sum møguligir landsliðsrógvarar og venja hart, til tey kunnu teljast millum tey bestu. Katrin Olsen og Sigrid Svartá byrjaðu sum 22 og 24 ára gamlar í donsku bátunum. Tað ræður um at halda seg framat, og tað hevur eydnast vegna viljan til at vinnna, ein góðan og trúfastan venjara og føroyska kappróðrarandan.
Og tað kennist gott, nú tað er eydnast.
- Tað er bara so kul, sigur Sigrid Svartá og leggur aftrat:
- Vit hava arbeit ógvuliga hart fyri hesum her. Katrin Olsen hevur róð í Danmark síðan 2000, og Sigrid byrjaði í 2001.
Ein dreymur
Hetta hevur altíð verið okkara dreymur, men so hvørt sum vit eru vorðnar betur, er tað vorðið meiri veruleikakent, at tað kundi lata seg gera, sigur Katrin Olsen.
Venjarin, Vagn Nielsen, frá Københavns Roklub, eigur ein stóran leiklut í, at tær eru komnar so langt, sigur Sigrid Svartá. Hann hevur trúfast fylgt teimum, síðan tær byrjaðu, og hevur lagt teimum lag á. Sigrid Svartá heldur eisini, at tann serliga føroyski kappróðrarandin hevur havt týdning fyri, at tað er eydnast at koma á danska landsliðið.
- Vit hava kanska eitt serliga gott samanhald. Fyri okkum er tað av týdningi, at vit eru ein eind umborð - tað saknaðu vit í fyrstani í donskum bátum, men nú er tað við at koma umborrð hjá okkum. Tað hava vit við frá tí føroyska kappróðrinum, haldi eg, sigur Sigrid Svartá. Tær fáa eisini at vita frá teimum donsku, sum tær rógva saman við, at tær duga væl at skapa ein stemning, áðrenn tær skulu rógva.
- Tað er ikki altíð, at ein kennur seg kláran, tá kappingin er ? tá er tað týdningarmikið, at duga at skapa rætta stemningin, sigur Sigrid Svartá.
Viðvíkjandi tí tekniska partinum, hava tær nógv at takka venjaranum fyri.
- Vagn Nielsen flennir enn onkuntíð, tá hann minnist, hvussu vit róðu í fyrstani. Vit vóru vanar við føroyskar bátar og brúktu musklar og løgdu okkum langt niður á bátin ? tað hevur hann fingið vekk. At rógva við dupultfýrara er nógv meria teknikkur enn megi, sigur Sigrid Svartá.
Góðar vónir
At sleppa við til heimsmeistaraskapið er tað kulasta, sum er, heldur Sigrid Svartá. World Cup hevur eisini verið kul, men hettar er bara toppurin, og tær hava góðar vónir.
- Vit skulu í øllum førum hava ett fimta pláss, eins og vit kláraðu tað til World Cup, men vit skulu helst hava eina medalju, sigur Katrin Olsen. Enn vita tær ikki júst hvørjum tær skulu rógva ímóti, men nógvar manningar vera helst tær somu, sum vóru við til World Cup í Munchen. Henda kappingin og kappingin í Luzzern hevur eisini verið sera gevandi fyri tær.
- Nú síggja vit, hvat vit kunnu broyta, og vit síggja, at vit kunnu klára okkum, so vit hava sera góðar vónir, sigur Sigrid Svartá.
Arbeitt hart
Men tað hevur kravt harða venjing at sleppa sær upp millum tey bestu upp á einans trý ár. Hvønn dag eftir skúla hava tær vant, og í vikuskiftunum tvær ferðir um dagin.
- Vit hava frá byrjanini vant líka nógv, sum tey gera á landslinum, annars høvdu vit ikki havt nakran møguleika fyri at blíva líka góðar sum tey, sigur Katrin Olsen. Og tað ræður um at halda seg framat, tá onkur brýtur ein arm ella okkurt tílíkt, sigur Sigrid Svartá og flennur. At vera á rætta staðnum, røttu tíð kann hava ein týdning. Síðsta ár kláraði danska landsliðið seg ikki so væl, og tí vóru allir møguligir kandidatar valdir út, og tær vandu síðan saman. Á páskum vórðu so fýra valdar út, og eftir World Cup kappingarnar varð endaliga avgjørt, hvør skuldi sita á hvørjum plássi.
Kosturin má eisini vera í ordan, serliga tí tær eru í lættvektflokkinum og eiga tí ikki at viga meiri enn 59 kilo og miðalvektin umborð skal í mesta lagi vera 57 kilo. Tað vil siga, at um ein rógvari vigar 59 kilo, skal ein annar viga 55 kilo.
Tí er alt sukur og feitt skorið burtur av dagliga kostinum hjá Katrin Olsen og Sigrid Svartá hóast harðda venjing hvønn dag. Katrin, ið er 25 ár, er 171 cm long og skal viga 58 kilo, og 26-ára gamla Sigrid, ið er 167 cm long skal viga 56,4 kilo.
Lesnaðurin má bíða
Tær báðar Katrin Olsen og Sigrid Svartá lesa til lækna saman, og eru á ottanda semestri, men tær hava ongan skund. Lesnaðurin verður lagaður til rógvingina. Heysthálvuna í fjør tóku tær sostatt farloyvi frá lesnaðinum fyri at rógva, men nú eru tær farnar í holt við lesnaði aftur.
- Tað ber ikki til at passa lesnaðin á ein nøktandi hátt, um tú rør so seriøst samstundis, men vit taka tað sum tað kemur ? fara vit til próvtøku og dumpa, ja so verður tað harvið, sigur Katrin Olsen.
- Vit kunnu altíð lesa, men um vit skulu rógva, so skal tað verða nú, sigur Sigrid Svartá.
Hóast tær lesa til lækna, er tað ikki nakað, tær enn hava kunnað brúkt til venjing og kostplan.
- Tað er ikki so, at vit vita nakað um upptøku og brenning, men tað kemur møguliga, tá vit eru komnar longur við lesnaðinum, sigur Katrin Olsen. Tær hava fingið kostráðgeving, so tær ikki fáa ov lítið av orku. Innan tíggju minuttir eftir venjing skulu tær eta okkurt fyri at fyllla depotini, men annars eta tær havragrýn til morgunmat og nógv grønmeti fyri at fylla búkin, so tær ikki kenna svongd.
- Í fyrstani gekst tú og hugdi at klokkuni, men nú hava vit vant okkum við at eta soleiðis, sigur Katrin Olsen.
Tað er sjálvsagt ikki ókeypis at fara til heimsmeistaraskapið, og av sínum SU skulu Katrin Olsen og Sigrid Svartá gjalda umleið 15.000 krónur hvør ? restin verður goldið av Københavns Roklub, men 15.000 er nógv, tá ein lesur, halda tær. Tær hava tí søkt um stuðul frá virkjum í Føroyum, og hava fingið eitt sindur frá Róðrarsambandinum og Føroya Sparikassa.
Næsta stig OL
Eftir heimsmeistaraskapið, sum verður í agust verður DM, men so halda tær frí í nakrar dagar, sigur Sigrid Svartá. Katrin Olsen og hon eru annars sera samdar um, at næsta málið er OL.
- OL er heilt avgjørt næsta stigið, sigur Sigrid Svartá. Men tað verður nokk ikki fyrr enn í 2008, siga tær.
- Tað er sjálvsagt ring at meta um, hvat vit gera um so nógv ár, men enn hava vit ongar ætlanir um at gevast við at rógva, sigur Katrin Olsen. Um tær skulu við til OL, skulu tær tó fyrst rógva dupultscullara, tí dupultfýrarar eru ikki við í OL-høpi. Vónirnar eru tó góðar.
- Um vit rógva enn tá, eru vit tær, sum hava flest royndir, og kvinnur, ið eru í venjing, eru í besta aldri í 30-unum. Orsøkin til, at nógvir rógvarar eru yngri, er, at tær ofta velja at fáa børn. Tí er møguleikin fyri at sleppa framat eisini góður. Tað kann til dømis hugsast, at tær, sum fara við til OL í næsta ár, fara av bátinum aftaná, og so ræður um at halda seg fram at, sigur Sigrid Svartá. Í 2008 eru Sigrid Svartá og Katrin Olsen vorðnar 30 og 31 ár, og um tær sleppa við til OL, kunnu tær gera útbúgving lidna og fáa børn aftaná, sigur Sigrid Svartá.
Um tær báðar megna at koma í semifinaluna í heimsmeistaraskapinum, verða tær helst at síggja á Eurosport tann 25. og 26. august