Íverksetari úr Eysturkommunu er boðin til Danmarkar at kappast í altjóða íverksetarakapping. Hans Kristian Eyðunsson Hansen vann saman við øðrum Startup Tórshavn kappingina fyri íverksetarar fyrr í ár við hugskotinum um at gera animeraðar teknifilmar úr føroyskari søgu.
Nú hevur Vinnuframi saman við Vinnumálaráðnum og Mentamálaráðnum boðið teimum, sum enn arbeiða við verkætlanini, at luttaka í altjóða kappingini Creative Business Cup, sum verður hildin í Keypmannahavn 17.-19. november 2014. Hetta inniber at leggja fram teirra business konsept. Harumframt er tað ein góður møguleiki at útbyggja sítt netverk og koma í samband við íleggjarar.
- Vit sóu stórt potentiali í hesi verkætlanini og halda, at tey kunnu koma langt í hesi kappingini.
Tað sigur Regin W. Dalsgaard, formaður í Vinnuframa. Hann heldur, at um føroyingar ikki vinna, kann luttøkan kortini skapa møguleikar fyri at koma inn á altjóða marknaðin við tað, at nógv spennandi fólk, vitja og privatir íleggjarar eru til staðar.
Hugskotið hjá Hans Kristian og teimum báðum, Elin Hentze og Magnus Johannesen, ið eisini eru við í verkætlanini, snýr seg um at framleiða 3D animeraðar teknifilmar úr føroyskari søgu. Í hesum føri er ætlanin at gera tríggjar stuttfilmar á 25 minuttir hvør um kópakonuna.
- Hetta er ein deiligur møguleiki. Vit síggja fram til at møta nýggjum fólki, fáa afturmeldingar um, hvørt okkara verkætlan er áhugaverd uttanlands, og sjálvsagt eisini at vita, um møguleiki er at fáa fígging til at arbeiða víðari við hesum.
Saman hava tey trý stovnað fyritøkuna Green Animation Studios (GAS), og tey spenna víða í serkunnleika. Hans Kristian hevur útbúgving innan 3D animatión, Elin innan film, og Magnus er tónleikari og útbúgvin komponistur. Tey koma at kappast við íverksetarar úr 62 londum kring heimin.
Vinnarin av Creative Business Cup í 2013 fekk $20.000, luttøku í íverksetara-programminum Softlayer og VIP atgongd til Global Entrepreneurship Congress í Moskva. Høvuðsvinningurin varð handaður av Fríðriki krúnprinsi.
Hetta veit Eysturkommuna at siga.