Hetta er burtur úr vón og viti

- Hetta er heilt burtur úr vón og viti!

 

Tað sigur av av alarunum í Føroyum, Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.

 

Sum vit lósu á her á www.in.fo í gjárkvøldið, er illa umstríddi umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd nú farin undir eina herferð ímóti føroysku alivinnuni við tí endamáli at fáa fólk at boykotta føroyskan alilaks. Tað gera tey við at spjaða ein púra vitleysan illgruna um føroyskan laks úti í heimi.

 

 

Les meiri Her: Sea Shepherd í kríggj við føroyska alivinnu

 

 

Atli Gregersen er kunnugur við herferðina, men hann hevur ongar viðmerkingar til hana.

 

Einasta viðmerking, hann hevur, er, at føroyska alivinnan hevur einki samband við grindadráp yvirhøvur.

 

Hann sigur eisini, at alifyritøkurnar hava somuleiðis reglur fyri, at høli, bátar, útgerð, amboð, ella aðrir hentleikar, hjá alivirkjunum skulu ikki brúkast í samband við grind.

 

- Og páhaldið hjá Sea Shepherd um, at grind skal vera blandað upp í alifóðurið, er heilt burtur úr vón og viti, sigur Atli Gregersen stjóri í Hiddenfjord í stuttari viðmerking.