Hetta er bumban

IS vil vera við, at hetta er bumban, sum sprongdi russiska ferðamannaflogfarið í luftina yvir Sinai-hálvoynni síðst í oktobur.

Ein sodavatnsdós við hvítum pulvuri, ein hvellhetta ella spreingiperla og eitt elektriskt tól við tveimum ljósdiodum og einum kontakt. Sambært IS er tað alt, sum skal til fyri at taka lívið av 224 fólkum umborð á einum flogfari yvir Sinai-hálvoynni.

 

IS hevur í dag almannakunngjørt myndina av tí, sum teir vilja vera við er bumban, sum sprongdi russiska ferðamannaflogfarið. 

 

Vápnaserfrøðingar eru tó ósamdir, hvørt talan veruliga kann vera um eina bumbu, sum er sterk nokk at gera enda á einum flogfari. Ein, sum Sky News hevur tosað við, vísir á, at ein tílík bumba má brestast manuelt, við at onkur trýstir á kontaktina, men at bumban umborð á flogfarinum eftir øllum at døma var í viðførisrúminum.

 

Aðrir meta tó, at tað væl kann hugsast at ein slík sodavatnsdós kann innihalda nokk av plastistkum spreingievni.

- Hetta tólið, støddin og tann einfaldi bygnaðurin, vísir, hvussu ómetalig stór avbjóðingin hjá okkara trygdartænastum er, sigur Michael Yardley, ein annar vápnaserfrøðingur, sum Sky News hava tosað við.