Nú hava tvey feløg afturat gjørt vart við seg um ætlanina hjá samgonguni at skerja umstøðurnar hjá teimum, sum eru í tillagaðum starvi, ella vardum starvi, sum tað kallaðist fyrr.
Áður hava heili 31 fakfeløg víst sína ónøgd og tað hevur Megd, sum er høvuðsfelagið fyri tey, ið bera brek. Síðani hevur Sinnisbati, sum er felagið hjá sálarsjúkum mótmælt alment og nú mótmæla tvey feløg afturat.
Tey í ADHD-felagnum mótmæla »upp á tað allarharðasta«, sum tey siga og Astma og Allergifelagið sigur, at uppskotið eigur at verða tikið aftur.
– Tað er óvirðilig framferð at skunda eitt so týdningarmikið mál so skjótt ígjøgnum at tað ikki eru stundir til at senda tað til til ummælis hjá teimum, sum tað rakar.
Tað løgnasta er, at vit tosa um ein arbeiðsmarknað, sum skríggjar eftir arbeiðsmegi, og sum hettar uppskotið fer at gera tað enn og verri at fáa, siga teu í ADHDfelagnum
Verður uppskotið sett í verk, fer landskassin at spara 1,5 milliónir, men tað verður ikki hugsað um tað meirvirðið, sum arbeiðið kastar av sær.
Tey halda, at hetta menniskjasýnið er virðisleyst og beinleiðis niðurlátandi og tí sakna tey, at samgonhan eisini tekur við í roknistykkið, hvussu nógv meirvirði ein arbeiðstakari skapar fyri landið.
– Tá er helst eingin króna spard, halda tey.
– Í botn og grund er hettar enn eitt forhastað og illa gjøgnumhugsað uppskot, ið ikki bert er eftir hæli peningaliga men so dyggiliga eisini menniskjaliga, siga tey í ADHD felagnum.
Tey í Astma og Allergifelagnum sigur, at hetta er ímíti ST sáttmálum um at tey ið bera brek, ikki mugu verða fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum – heldur ikki, tá umræður løn.
– Tað er av stórsta týdningi fyri okkum øll – bæði frísk og sjúk – at fólk, ið bera brek, ikki verða fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum.
Skipanin við tillagaðum størvum varð sett í gildi við lóg, so sleppast kundi undan, at fólk, ið vóru sjúk ella bóru brek, skuldu gerast óvirknir fyritíðarpensjónistar, men skuldu vera virkin á arbeiðsmarknaðinum.
– Lønin fyri tillagað starv skuldi vera sáttmálabundin løn og ikki ein tilvildarlig løn, sum landsstýrið kann skerja eftir vild. Tí eigur uppskotið at verða tikið aftur, siga tey í Astma- og Allergifelagnum
Hetta lógaruppskot um skerda løn til sjúk og brekað eigur at verða tikið aftur.