Hetta er bara at flyta trupulleikan yvir á onnur

Sirið Stenberg hevur loyst trupulleikan í Nólsoy, í Skúgvoy og í Mykinesi, men nú verða tað bara onnur í fáa trupulleikan ístaðin

Nú mugu reglur setast í gildi, sum eru galdandi fyri sigling undir fuglabjørgum í øllum Føroyum.

 

Tað heldur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna um umhvørvismálum, fer nú at seta reglur í gildi fyri, hvussu tey, sum sigla undir fuglabjørgum í Nólsoy, Skúgvoy og Mykinesi, skulu bera seg at fyri ikki at órógva fuglalívið.

 

 

Les eisini: Nú verður ólógligt at larma undir fuglabjørgum

 

 

Hetta er galdandi bæði fyri bátar og vatnskutarar og Bjørn Kalsø heldur at hetta er fínasta slag. Men hann heldur bara ikki, at hetta er nokk.

 

Hann heldur nevniliga, at vit eiga treytir eiga at verða settar í gildi fyri sigling undir fuglabjørgum allastaðni í Føroyum.

 

Hann heldur, at nú reglur verða settar í gildi fyri sigling undur Skúgvoy, Nólsoy og Mykinesi, verður trupulleikin bara fluttur aðrastaðir í landinum

 

– Tað er lítið at ivast í, at nýggja tíðin við ymsum skjóttgangandi førum, og veksandi ferðavinnau kunnu hava negativt árin á bjargafuglin, sum frammanundan er hóttur, heldur Bjørn Kalsø.

 

Hann sigur, at við tað, at treytir nú verða settar til sigling undir Nólsoy, Skúgvoy og Mykinesi, er væntandi, at meiri sigling fer at vera aðrastaðni.

 

Tí heldur hann, at tað hevur tí skund, at ein heildarætlan verður gjørd fyri sigling á øllum viðkvom plássum í landinum

 

Og nú hevur hann biðið Sirið Stenberg greiða frá, hvørjar ætlanir hon hevur á tí økinum.