Hetta er avloysarin hjá Qassem Soleimani

- Vit gjørdust vinir í kríggi, hevur Esmail Ghaani sambært iransku statstíðindastovuni IRNA sagt um undanmann sín, Qassem Soleimani, sum USA beindi fyri fríggjadagin.

 

Tað verður herovastin, 62 ára gamli, Esmail Ghaani, sum tekur við leiðsluni í úrvalsherdeildini Quds í Iran, sum telur 125.000 menn. Hetta er deildin, sum vinmaður hansara, Qassem Soleimani, hevði ábyrgdina av.

Fríggjadagin varð hann dripin í einum amerikanskum dronuálopi á flogvøllinum í Bagdad í Irak. Eftir hesa hending eru viðurskiftini millum Iran og USA vorðin ísakøld, og Iran hevur lovað hevnd fyri drápið.

Leygarkvøldið vórðu tvær rakettir skotnar móti økinum í Bagdad, har fleiri stjórnarbygningar og sendistovur eru, eitt nú amerikanska sendistovan. Fyribils er ógreitt, hvør stóð aftan fyri hesa atsókn.

Quds er kend sum serdeild og sína fregnartænastu, og úrvalsdeidin er eisini kend fyri at brúka militsar í øðrum londum til at fremja sínar atsóknir. Nýggi leiðarin í Quds hevur ovasta leiðaran í Iran, Ayatollah Ali Khamenei, yvir sær.

Hugsandi er, at ein av fyrstu uppgávunum hjá hinum 62 ára gamla avloysaranum hjá Qassem Soleimani verður at leggja til rættis eina hevndaratsókn móti amerikanskum málum fyri drápið á leiðaran og vinmannin.

- Vit eru børn av kríggi. Vit eru vinmenn á hermótinum, og vit gjørdust vinir í kríggi, hevur Esmail Ghaani sambært iransku statstíðindastovuni IRNA sagt um undanmann sín.

Í mun til Qassem Soleimani, ið varð roknaður sum heilin aftan fyri iransku hernaðarligu-og politisku strategiina, er lítil vitan um fortíðina hjá eftirmanninum, Esmail Ghaan.

Sambært tíðindastovuni AP, sum tv2.no endurgevur, fekk hann eins og Qassem Soleimani sínar royndir í krígsførslu í krígnum millum Iran og Irak í áttatiárunum - eitt kríggj sum kostaði eina miljón menniskjum lívið.