Hetta er at vísa ábyrgd – eisini um tíggju ár

Býráðið Í Havn er farið í tvíningar um brúkaragjøld

Hetta er at vísa ábyrgd fyri teimum eldru í Tórshavnar kommunu, eisini um tíggju ár. Tað staðfesti Bergun Kass, býráðslimur í Havn fyri Framsókn.

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at halda fram við skipanini, har pensjónistar kunnu fáa fólk heim til sín at gera reint.

Skipanin varð sett í verk í fjør, sum ein royndarskipan og tey siga, at tað hevur fingið so góða undirtøku, at tað er eitt stórt ynski hjá pensjónistum, at tað heldur fram.

Og nú hevur býráðið so samtykt at gera hetta til eina fasta skipan og tað merkir, at pensjónistar kunnu fáa fólk heim til sín at gera reint.

Fyrr varð gjørt reint heima hjá pensjónistum, men ta skipanina avtók landsstýrið í 2010, og síðani hava teir ikki havt hetta tilboðið aftur, fyrr enn nú.

Men tað, sum hevur kloyvt býráðið í tvey, er, at penjónistarnir skulu rinda ein part av kostnaðinum sjálvi.

Tað merkir, at pensjónistarnir skulu sjálvir rinda 170 krónur fyri hvørja reingerð, og tað er ein slakur triðingur av tí, tað kostar, tí kommunan rindar restina.

Hevði kommunan skula goldið alla reingerðina, hevði tað kosta góðar 300.000 krónur afturat.

Og tað hava teir seks býráðslimirnir í minnilutanum sett seg hart ímóti, tí tey halda, at pensjónistar skulu einki rinda.

Men teir sjey býráðslimirnir í meirilutanum samtyktu ætlanina og í hesum sambandi hevði Bergun Kass, býráðslimur fyri Framsókn, og forkvinna í eldranevndini, at minnilutanum.

– Tað lættasta er at siga, at øll skulu hava alt fyri einki – men tað ber altso ikki til, segði hon.

Hon sigur, at hetta at vísa ábyrgd fyri einum øki, eisini um tíggju ár, tí í dag eru vit fýra løntakarar fyri hvønn pensjónist, men skjótt vera tað bara tveir løntatakarar fyri hvønn pensjónist.

Hon vísir eisini á, at kommunan hevur ikki loyvi gera mun á pensjónistum, so tað ber ikki til at lata pensjónistar, sum eru illa fyri, fáa tænastuna fyri einki, men aðrir pensónistar, sum hava ráð til tað, skulu rinda.

Tey í meirilutanum vísa eisini á, at pensjónistar fáa nógvar tænastur frá kommununi, eisini mattænastu, venjingar, og annað, sum teir einki rinda fyri, ella sum teir rinda eitt sindur fyri, og tað er teirra fatan, at tað hava teir einki ímóti.

Tey í minnilutanum halda, at nógvir pensjónistar eru so illa fyri, at hjá teimum eru 170 krónur eisini pengar og samstundis halda tey, at nettupp reingerð er ein avgerandi tænasta til penjónistar, sum kanska ikki sleppa á røktarheim ella á ellisheim.

Tey vísa eisini á, at Tórshavnar Kommuna svimur í pengum, og hevur ráð til at rinda fyri ala reingerðina.

– Inntøkan hjá Tórshavnar Kommuna er meiri enn ein millirard, og hendan reingerðin til pensjónistar hevði kostað 300.000 krónur afturat, so tað er ein dropi í havinum, siga tey í minnilutanum.

Vit hava meiri um eina løtu tí býráðslimir fýlast á, at meirilutin í býráðnum vil geva ítróttarfólki pengar – men pensjónistar skulu rinda