Hetta er at fara út um míni mørk

Drívmegi er neyðug, tá tú skalt venja til eina slíka kapp­ing, sig­ur Jónina Tegeder, sum leygardagin varð kos­in at hava »Føroya flottasta kropp«
– Mær hevur altíð dámað væl at vant, og tað at fara út um per­són­lig mørk innan venjing ger tað stuttligt og spennandi at halda á fram at venja.
Tað sigur Jónina Tegeder, sum leygardagin vann heiðurin at hava Føroya flottasta kropp hjá kvinnunum í FM fitness, sum var í Norðurlandahúsinum í leygardagin.
– At vinna eina slíka kapp­ing krevur ótrúliga nógva fyri­reiking. Eg venji minst 1,5 tímar um dagin í miðal. Tað er øðiliga nógv tíð, ið fer við venjing, hon kem­ur framum alt annað. Eg má viðganga at familjan er kom­in í aðru røð seinastu tíðina, meðan fyrireikingin til kapp­ingina hevur staðið á, sigur Jónina Tegeder. Hon vísir eisini á, at kostur hev­ur eisini ótrúliga nógv at siga, og at tað er umráðandi at eta sunnan mat.
– Ta seinastu vikuna fram til kappingina havi eg drukkið nógv vatn og etið nokk av pro­tein­ríkum mati. Nógv mental fyri­reiking skal eisini til. Tað at skula standa myrkabrún í bikini og spenna musklar er avgjørt at fara út um míni mørk, og hevur tað eisini kravt mentala fyrireiking hjá mær, sigur hon.
Jónina Tegeder sigur, at tá tú setur sær fyri at venja til eina slíka kapping, ella venja í heila tikið, er umráðandi at hava okkurt, ið drívur ein, eina drívmegi.
– Um so er, at eitt slíkt tiltak verður endurtikið, verði eg heilt avgjørt við aftur, sigur Jónina at enda.