Skal tað eydnast okkum at forða fyri, at korona breiðir seg aftur í Føroyum, er tað alt avgerandi, at vit verja markið til Føroyar. Tað staðfesti Bjarni á Steig, yvirlækni og koronu-ráðgevari hjá myndugleikunum, á tíðindafundinum um koronu fríggjadagin.
Hann sigur, at tað er orsøkin til, at øll, sum koma til Føroya, verða kannað, tá ið tey koma. Men tað er eisini orsøkin til at myndugleikarnir leggja so stóran dent á, at fólk halda seg burtur frá fólki í seks dagar eftir at tey eru komin, og at tey síðani lata seg kanna um aftur.
Tá ið tíðindafundurin var fríggjadagin, vóru 48 tilburðir av koronu funnir hjá fólki, sum eru komin til Føroya higartil í ár. Av teimum vóru fleiri fólk í einum kekkiskum ferðalagi hjá hondbóltsliðið, sum vóru komin higar at spæla landsdyst.
Síðani eru tveir tilburðir funnir afturat hjá fólki, sum komu við flogfari, so tilsamans eru 50 tilburðir av koronu funnin hjá fólki, sum eru komin til Føroya síðani fyrsta januar.
Men Bjarni á Steig gjørdi vart við, at tað eru ikki øll, sum eru funnin í eftirlitinum við markið. Støðan er nevniliga ann, at 12 av teimum, ella næstan ein fjórðingur av tilburðunum, eru funnir, tá ið fólk hava lagið seg kanna um aftur tann sætta dagin.
Bjarni á Steig tók hetta sum dømi um, hvussu avgerandi tað er, at fólk, sum koma til Føroya, virða tilmælið um at fara í heimauppihald, og sostatt halda seg fyri seg sjálvan teir fyrstu seks dagarnar tey eru í Føroyum.