Høvuðsvinningurin var á 450.000 krónur, men Maiken Hedegaard, sum ringdi úr Havn, fekk bara ein lítlan part av hesum.
Hon ynskti at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar, men tað ber ikki til longur í gekka-spælinum.
Maiken Hedegaard valdi tískil at koyra pengarnar í reyða leypin. Tá spælið var liðugt, hevði hjólið ikki verið á nøkrum leypi, so í kvøld var tað líka vítt sum sítt - um høvuðsvinningurin hevði verið deildur ella ei.
Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 12.500 krónum og í aðru royndini á 20.000. Hon valdi at brúka triðja og seinasta møguleikan eisini, og hesaferð steðgaði hjólið aftur á 12.500 krónum.
Tað gjørdist vinningurin hjá Maikeni Hedegaard í kvøld. Hon helt fyri, at 12.500 krónur er eisini pengar. - Hetta er alletiders, segði hon og takkaði fyri.