Hetta er alfa og omega

Kristian Johansen, formaður í HSF, sigur, at steypafinalurnar hava alt at siga fyri hondbóltin

 

Steypafinalurnar eru uttan iva størsti hondbóltsdagurin á árinum. Finalurnar verða sendar beinleiðis í bæði út- og sjónvarpi, og hvørja ferð er tað ein stúgvandi full av vónríkum áskoðarum, sum stuðla sínum liði.

 

Formaðurin í HSF er eisini avgjørdur, tá vit spyrja hann, hvat finalurnar hava at siga.

 

- Hetta er alfa og omega fyri okkum. Steypafinalurnar eru nógv tað størsta tiltakið, sum vit eiga, og hvat viðvíkur inntøkum er hetta eisini tann besti dagurin av øllum.

 

- Sjálvandi eru FM-finalurnar eisini nakað heilt serligt. Men tá er munurin, at liðini spæla úti og heima. Her hava vit alt á einum stað, og tað skapar eitt ótrúligt fokus. Tað hevði eisini verið fantastiskt, um vit kundu skapt eitt slag av Final-four til FM-finalurnar, men vit hava ikki hallarumstøðurnar til tað. Tá skuldi veri rum fyri áskoðarunum hjá fýra feløgum í einari og somu høll, og tað hava vit ikk, sigur Kristian Johansen.