Hetta er akkurát tann rætta løtan

Hetta er akkurát løtan at vit fáa eina føroyska grundlóg, heldur løgmaður

– Hetta er akkurát rætta løtan, at Føroyar fáa sína egnu grundlóg.

 

Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú Løgtingið viðgerð uppskotið um eina føroyska grundlóg. Hann hugsar um, at tíðirnar eru góðar og støðugar og friður er eisini í okkara viðurskiftum við Danmark.

 

Stjórnarskipanin staðfestir, nøkur av teimum rættindum, hvør einasti føroyingur eigur at hava, og sum ikki kunnu takast frá honum undir nøkrum umstøðum. Eini rættindi, hann hugsar um í hesum sambandi, er rætturin til at ganga í haganum og hann hugsar um innløgu.

 

Í dag, kann lógin tulkast soleiðis, at tann, sum flettur fyri onkran, og fær slakt afturfyri, skal rinda skatt av tí. Kógin kann eisini tulkast soleiðis, at tað, fólk fáa av fiski frá fólki, sum fara í fjørðin, skulu rinda skatt av tí.

 

– Men í stjórnarskipanini verður tað beinleiðis staðfest, at tað kann undir ongum umstøðum verða skattafrítt, tí øll fáa rætt til innløgu til egna nýtslu, ella til at geva burtur av, bara peningur ikki er ímillum.

 

Ein spurningur, sum ein serlig ósemja er um, er um føroyska stjórnarskipanin er yvir donsku grundlógini, tí danska stjórnin hevur staðfest, at erhon tað, merkir hetta tað sama sum loysing.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at hendan hetta uppskotið er hvørki loysing, ella at leggja seg undir donsku grundlógina.

 

Í dag hava vit eina føroyska stýrisskipan, sum viðgerð føroyskar myndugleikar, men danska grundlógin viðger danskar myndugleikar í Danmark, og danskar myndugleikar í Føroyum. Tann støðan verður ikki broytt við eini nýggjari stjórnarskipan, sigur Aksel V. Johannesen.

 

– Eru vit undir donsku grundlógini nú, eru vit tað eisini, tá ið føroyska grundlógin er í gildi. Og tað stendur eisini, at eru orðingarnar mótstríðandi, verða tey málini viðgjørt eftir núverandi reglum.

 

Men stjórnarskipanin setir eisini politiska myndugleikanum nakrar avmarkingar. Eitt nú fer tað ikki at bera til hjá einum meiriluta í Løgtinginum at melda okkum úr ríkisfelagsskapinum.

 

Og løgmaður hevur góðar vónir um tí hann heldur, at semja er um nógv tann størsta partin av uppskotinum.