- Hetta eigur ikki at fara fram í einum demokratii

Listafólkasamband Føroya finst at Rigmor Dam

Tað er ikki fallið í góða jørð hjá starvsnevndin fyri Listafólkasamband Føroya, stytt LISA, at Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur funnist at listprýðisnevndini hjá Glasi í teirra meting um á hvørjum máli og í hvørjum miðlum kappingin um listprýðingina skal lýsast, og hevur harumframt sátt iva um førleikarnar hjá nevndarlimunum í listprýðsinevndini.


Í lesarabrævi í dag finst nevndin at landsstýriskvinnuni fyri yvirhøvur at blanda seg í málið.


- LISA átalar harðliga, at ein listprýðisnevnd óbeinleiðis verður hótt við at verða sett frá, um hon eftir bestu fakligu sannføring er ósamd við ein arbeiðssetning hjá landsstýriskvinnuni. Hetta er eitt álvarsligt brot á armslongdarprinsippið. Listprýðisnevndin skal frítt kunna gera síni tilmæli, eisini tá ið tey ikki samsvara við politisku sannføringina handan arbeiðssetningin, ið Rigmor Dam hevur gjørt fyri nevndina, skrivar LISA og leggur afturat.


- Hetta eigur ikki at fara fram í einum demokratii, sum hevur armslongd á listaøkinum.


Til ber at lesa alt skrivið her.