Her má okkurt gerast, tí tað ber ikki til, at fólk, sum ikki hava somu áhugamál sum fiskimaðurin, stilla upp til leiðandi postar í Fiskimannafelagnum.
Eg meti ikki, at Henrik Old hevur arbeitt fyri fiskimannin á tingi. Heldur er tað hin vegin, tí hann hevur verið við í kórinum, sum hava sungið um avtøku av inntøkutrygdini og skattafrádráttinum. Tað kann ikki vera so løgið, at man er skeptiskur, tí at Henrik hevur havt møguleikan at víst seg sum sjómannavin á tingi, og tað hevur hann tíverri fyri okkum fiskimenn ikki gjørt.
Eg vóni, at fiskimenn fara at taka undir við mær, tá eg sigi, at vit mugu verja okkara felag móti, at limir í øðrum fakfeløgum seta dagsskránna í Føroya Fiskimannafelag. Vit eiga at krevja, at lógin verður broytt, soleiðis at fiskimenn ikki koma í minniluta í egnum felag.