Umhvørvisstovan hevur nú góðkent umhvørvisárinsmeting fyri ætlaða útbygging av eystara havnarøki í Tórshavn.
Tað er danska ráðgevarafyritøkan, Rambøll, sum hevur gjørt metingina, har mett verður um, hvørja ávirkan ætlaða havnarútbyggingin fer at hava á náttúru og umhvørvi.
Eftir metingini fer økta virksemið á havnarlagnum, og økta ferðslan á landi, at føra til nakað meiri av óljóði, men mett verður ikki, at tað fer upp um vegleiðandi markvirði fyri óljóð.
- Fleiri skip, og økt ferðsla, fara eisini at hava ein ávísan vøkstur í luftdálkingini við sær, men hetta verður ikki mett at ávirka luftgóðskuna nærhendis havnarlagnum munandi.
- Eisini er mett um ávirkan á plantu- og djóralívið á staðnum av ætlanini. Niðurstøðan er, at at økið, sum verður ávirkað, er vanligt búøki í Føroyum, og at ávirkanin á djóra- og plantulívið er sera avmarkað.
Umhvørvisstovan heldur, at nakrar av leiðingunum til spillvatnm skulu leggjast longur út, fyri at kunna verða góðkendar aftan á havnarútbyggingina.
Umhvørvisstovan sigur, at í hesum sambandi hava tey bara lagt dent á, hvørja ávirkan útbyggingin fær á náttúru og umhvørvi, eitt nú plantu- og djóralív og dálking, óljóð, og annað. Sostatt hava atlit til fornminni, ferðslu, útsjónd og annað, ikki verið partur av viðgerðini.