Ellis- og røktarheimið Hamragarður í Vági hevur fingið boð um at spara 60 tímar um vikuna, svarandi til 700.000 krónur, og tað hevur fingið starvsfólk at rópa neyðarróp, umframt at politikarar eisini rópa varskó.
Teirra millum er javnaðartingmaðurin, Henning Old, sum nú hevur sett landstýriskvinnuna á almannamálum, Anniku Olsen, fýra spurningar – teirra millum, um hon er vitandi um tær sparingar, sum ætlanin er at fremja á Hamragarði.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Henrik Old.









