Hetlendingar ynskja samstarv við Føroyar

?Finna føroyingar olju og gass, hvat eg so avgjørt rokni við, so bjóðar Hetland seg fram til at taka ímóti føroyska kolvetninum, um tit vilja sleppa undan at fremja dýrar útbyggingar í Føroyum sigur hetlendski løgmaðurin, Sandy Cluness, sum vitjar í Føroyum komandi dagarnar. Sandy Cluness sær eisini fegin, at ferðasambandið millum oyggjarnar verður bøtt aftur. Og vónar hann í framtíðini at síggja bæði Norrønu og flogførini hjá Atlantsflog aftur í Hetlandi. Tað er ma. í hesum ørindum, at hetlendski løgmaðurin kemur til Føroya í hesi viku saman við vinnulívsfólki. Hann skal hitta umboð fyri landsstýrið og fyri føroyskar fyritøkur. Her serstakliga Føroya Tele, sum hevur fingið fótin fastan í Hetlandi gjøgnum Shefakaðalin. Eisini hevur byggifyritøkan Articon fingið sáttmála í Hetlandi.

Saman við Cluness kemur eisini Neil Grant, sum stendur á odda fyri búskaparliga partinum av hetlendska oyggjaráðnum. Haraftrat kemur Marvin Smith, sum hevur tikið sær av samstarvinum við Føroya Tele og helst eisini formaðurin í menningarnevndini í hetlendska oyggjaráðnum skrivar Sosialurin í dag.