Hetlendingar vilja ikki av við Norrönu

Smyril Line ætlar komandi ár at sleppa siglingina uppá Hetland og heldur satsa uppá Skotland.

Hetta vekur sum vera man harm í Hetlandi. Har ætla teir ikki at henda broytingin skal fara fram uttan mótstøðu.

- Í Skotlandi síggja vit nógvar inntøkumøguleikar, og hetta kann vera við til at tryggja, at tann positiva fíggjarliga kósin vit hava sett kann verða hildin, sigur stjórin, Tummas Magnussen um avgerðina.
Verður avgerðin sett í verk, merkir hetta at Norröna fer at sigla uppá onkra skotska havn longu komandi summar. Hervið steðgar siglingin uppá Hetland.
Um hetta sigur Tummas Magnussen:
- Tað er við sorgblídni at vit gera hetta, men tað er ein sannroynd at vit hava mist pening við hesi siglingini. Vit kunnu tí ikki forsvara at halda fram við eini rutu, sum gevur hall.
At Hetlandssiglingin ikki hongur saman fíggjarliga kunnu teir á Smyril Line staðfesta. Men tíðindini um hetta skapa ikki fagnaðarróp í Hetlandi. Her hevur hetlendski partaeigarin í Smyril Line, Shetland Developement Trust boðað frá tiltøkum at steðga hesi ætlanini.
- Vit eru sera misnøgd við avgerðina, og harmast um at hetta skal vera neyðugt, sigur stjórin í hesum grunninum, Josie Simpson.
Hann minnir á, at grunnurin setti 4,2 mió. pund í nýggju Norrönu, samstundis sum ein tryggjaði sær at hon skuldi sigla upp á Hetland í fleiri ár aftrat.
- Okkara arbeiði verður nú at verja áhugamálini hjá Hetlandi í Smyril Line, og ta positivu ávirkan sum siglingin hóast alt hevur havt fyri okkum, sigur hann.
Spurningurin er so, hvørt hesi orðini gera nakran mun mótvegis leiðsluni í Smyril Line. Her verður hinvegin víst á, at tann dýrkaða oljan, eitt stórt orkukrevjandi skip og hækkandi havnargjøld hava víst, at siglingin altso ikki hongur saman fíggjarliga.