Hetlendingar harta føroyingar fyri at hjálpa russarum

Tingmaður fyri Hetland hevur biðið um fund við Árna Skaale um russisk skip, sum fiska við føroyskum fiskiloyvum í felags sjóøki hjá Bretlandi og Føroyum

Talan er um fiskiskap í sonevnda serøkinum, sum er eitt felags sjóøki millum Føroyar og Bretland, har bæði lond kunnu og hava fullan rætt at skriva út fiskiloyvi. Tey viðurskiftini eru avtalað millum Føroyar og Bretland í marknasáttmálanum millum londini. Talan er um øki, sum er um 8.000 ferkilometrar til støddar.

 

Hetlendski tingmaðurin í bretska tjóðartinginum, Undirhúsinum, Alistair Carmicheal, hevur biðið um fund við Árna Skaale, fiskimálaráðharra í Føroyum.

 

Tað skrivar Shetlands News.

 

Bretski tingmaðurin er stúrin um, at føroyingar lata russiskar trolarar fiska í bretskt-føroyska serøkinum, sum er vestan fyri Hetland og Orknoyggjar.

 

##med2##

 

Alistair Carmichael, sum er tingmaður fyri Liberalu Demokratarnar sigur við blaðið, at hann heldur, at føroyingar eiga at broyta sín politikk á økinum, sum hann lýsir sum »ørkymlandi«, tí føroyingar loyva russarum at halda fram við sínum virksemi »beint uttan fyri strendur okkara«, sum hann málber seg.

 

Hann vísir á, at lond kring allan hemin hava sett ymisk revsitiltøk í verk ímóti Russland, tí at landið hevur gjørt innrás í Ukraina, og at bæði Hetland og Orknoyggjar hava noktað russiskum skipum at koma í havn.

 

Málið varð eisini reist av felagnum »Scottish Pelagic Fishermen's Association« – felagið hjá fiskimonnum í uppsjóvarvinnuni í Skotlandi – fyrr í vikuni. Stjórin í felagnum, Ian Gatt, segði, at tá tað snýr seg um Føroyar, so er tað »business as usual« mótvegis Ruslandi – at føroyingar gera sum teir plaga.

 

– Russiski flotin fær fullu tænastu í Føroyum. Teir fáa brennievni og sleppa at umskipa til køliskip uttan nakað, segði hann.

 

– Vinningurin av hesum fiskiskapi stuðlar undir krígsvirksemið hjá Kreml. Tað er sera harmiligt, at Føroyar halda fram við hesum viðurskiftum við Russland, meðan vit øll síggja ræðuleikarnar í Ukrana.

 

Alistair Carmichael legði dent á drúgvu vinarbondini millum Føroyar og norðuroyggjarnar í Skotlandi og segði, at tørvur er á at »endurnýggja okkara felags samhaldsfesti og felags mál – í at arbeiða saman og forða fíggjarligum stuðli til stjórnina hjá Vladimir Putin«.

 

##med3##

 

– Fólkið er á oyggjunum gjørdi greitt beinanvegin eftir innrásina hjá Putin, at vit ikki vilja eiga nakran lut í at stuðla drápshugaðu stjórn hansara búskaparliga, segði hann.

 

– Við mótmælum og politiskum trýsti tryggjaðu vit okkum skjótt lyfti frá stjórnini til at forða russiskum skipum at brúka havnir okkara.

 

– Tí er tað ørkymlandi, at russisk skip halda fram við sínum virksemi beint uttan fyri strendur okkara við loyvi frá føroysku stjórnini.

 

– Føroyingar hava fullan rætt at skriva út fiskiloyvi, og vit viðurkenna sjálvandi, at tað afturtøka av hesum fiskiloyvum ikki hevði verið uttan kostnað fyri teir.

 

– Kortini vóni eg, at grannar okkara fyri norðan fara at hugsa seg um enn einaferð um hesa opnu atgongd fyri russarar og umhvusa, hvørji stig vit øll kunnu taka fyri at forða krígsmaskinuni hjá Putin.

 

 

 

Serøkið millum Føroyar og Bretland er vestan fyri Oknoyggjar og Hetland

Nógvir russar fiska í serøkinum millum føroyskt og bretskt sjóøki