Sum tað sømir seg, so hevur Fótbóltssambandið boðið spælarunum frá Landskronaliðnum at vera við, tá Eysturríki kemur á vitjan leygardagin. Soleiðis vera Abraham, Torkil, Allan og allir hinir millum teir vónandi mongu áskoðararnar á Tórsvølli, og hvør veit, um ikki onkur orð verða søgd teimum til heiðurs eisini. Tað eru í øllum førum allar góðar orsøkir til, nú talan er um endurminning um størstu løtuna í føroyskari fótbóltssøgu.










