Eingin eldri ella tilkomin fótbóltsfjeppari gloymir málið hjá Marco van Basten, sum hann skoraði í EM-finaluni fyri Holland ímóti Sovjetsamveldinum. Staddur á sjálvari baklinjuni heilfluktaði Marco van Basten bóltin framvið heimsins tá besta málverja, Renath Dassajev.
Rinus Michel, sum vandi Holland tá kundi ikki trúgva sínum egnu eygum, og tað kundu vit øll onnur, sum sóu tað kring Heimin heldur ikki.
Marco van Basten, sum skoraði 128 mál fyri Ajax, 90 mál fyri AC Milan, og 24 mál í 58 landsdystum fyri Holland ætlar nú aftur at vinna EM, hesaferð sum venjari. Men Holland er komið í ein krútsterkan bólk saman við Italia, Fraklandi, Hollandi og Rumenia, so tað verður ikki bara sum at siga tað at koma víðari til fjórðingsfinaluna.
Við uppá ráð
Van Basten er ikki nakar harðrendur einaræðisharri sum landsliðsvenjari. Mótsatt nógvum øðrum landsliðsvenjarum, so tekur van Basten teir rutineraðu landsliðsleikarnar við uppá ráð, tá avgerandi løtur liggja fyri framman hjá “Oranje”, sum niðurlendingar nevna sítt landslið.
Gott og væl allir spælarnir á hollendska landsliðnum høvdu van Basten, sum sítt idol, tá hann herjaði á vallunum kring Evropa fyri Ajax, Milan og hollendska landsliðið.
Men Marco van Basten letur ikki sínar menn leypa á mótstøðuliðini uttan at hava fyrilit fyri verjupartinum eisini. Í EM-undankappingini var Holland í bólki saman við Rumenia, Bulgaria, Hvítarusslandi, Albania, Slovenia og Luksemburg. Í 12 dystum læt Holland bara 5 mál inn, samstundis sum liðið bert skoraði 15 mál, sum er tað minsta talið av málum millum liðini sum spældu seg í EM-endaspælið.
Broyttu spæliskipanina
Tað hevur tó staðið Marco van Basten greitt, at skal Holland vinna seg víðari úr krútsterka bólkinum, so er neyðugt at vísa meiri fram eftir vøllinum.
Tí kallaði Marco van Basten sínar spælarar saman til ein strategiskan spælarafund í februar. Har samdust van Basten og niðurlendsku landsliðsspælarnir um at justera uppá 4-3-3 spæliskipanina, sum Holland hevur brúkt síðani byrjanina av 1970-unum. Og væl riggaði í fyrsta venjingardystinum. Holland vann 3-0 í Kroatia, og Marco van Basten var væl nøgdur. Men í venjingardystinum í farnu viku ímóti Danmark í Eindhoven fekk Holland bert javnleik 1-1. Men sunnudagin sá frægari út aftur, tá vann Holland 2-0 á Wales.
Holland hevur ikki havt eydnuna við sær síðani sigurin í 1988. Í 1992, 1996 og 2000 reyk liðið út aftaná at hava tapt brotssparkskappingar í hálvfinalum og í fjórðingsfinalum. Í 2004 tapti Holland 2-1 ímóti Portugal í hálvfinaluni. Holland hevur á einum sinni spælt ímóti Føroyum. Í juni 2004 vann Holland 3-0 á Føroyum í einum venjingardysti, sum var spældur í Sveis.
Myndatekstur:
Ein av álopsvónunum hjá Hollandi er ungi Ajax-framherjin Klaas-Jan Huntelaar. Mynd: Polfoto