Hetja teirra fátæku vann

Hóast skuldsetingar um svik og neyðtøku vann Jacob Zuma greiðan sigur á formansvalinum í suðurafrikanska ANC

Við 2.329 takvøðum ímóti 1.505 vann Jacob Zuma formanssætið í ANC frá Thabo Mbeki, forseta, og um smá tvey ár vinnur hann ætlandi eisini forsetasætið í Suðurafrika.

 

Jacob Zuma var varaforseti í Suðurafrika, men noyddist frá, tá hann bleiv lagdur undir svik. Hann var eisini skuldsettur fyri at hava neyðtikið eina 31 ára gamla HIV-smittaða kvinnu, men løgreglan slepti málinum, tí hon kundi ikki prógva, at talan var um neyðtøku.

 

Tað er sagt um nýggja formannin í ANC, at hann hevur møtt so stórari mótstøðu á sínari politisku virkisleið, at næstan allir aðrir høvdu slept politikkinum og funnið sær okkurt annað at takast við. Hansara verumáti ger, at annaðhvørt elska fólk hann, ella hata tey hann, og tí hevur hann bæði vinir og fíggindar í ANC.

 

 

Á Robben Island

 

Uppstillingin upp undir formansvalið vísti týðiliga, at tann fátæki parturin av suðurafrikanska fólkinum vildi hava Jacob Zuma at taka við eftir Thabo Mbeki.

 

-Hann er sum vit, og í honum síggja vit ein, sum vit kunnu tosa við, og sum veruliga elskar sítt fólk, segði ein talsmaður hjá einum fátækrafelagsskapi.

?Tann 65 ára gamli Jacob Zuma hevur verið limur í ANC síðani 1958. Í 1963 varð hann settur í fongsul, og tey næstu tíggju árini sat hann í fongsli á Robben Island saman við Nelson Mandela. Í tólv ár hevur hann búð í útlegd í Mozambique, Swazilandi og Zambia.

 

Nú er hann formaður í ANC og í 2009 ætlandi suðurafrikanskur forseti.