Hesum kunnu tey føroysku liðini møta

Lutakast til evropeiskan fótbólt verður í dag

Á middegi í dag verður trekt hvussu tey føroysku liðini koma at spæla í Europa League og Champions League kappingini.

 

Í Europa League pottinum eru tey trý føroysku feløgini, NSÍ, Víkingur og HB, meðan B36 er í pottinum til Champions League undankappingina.

 

Í Europa League eru øll trý føroysku feløgini óseedaði, og koma tey tí at møta seedaðum feløgum.

 

Av feløgunum sum tey kunnu møta, kunnu tað verða fleiri áhugaverd lið at trekkja í pottinum. Tað eru serliga Norðanlondini sum eru áhugaverd. Brøndby og FC Midtjylland úr Danmark kunnu trekkjast, meðan lið úr Íslandi, Svøríki og Noregi eisini kunnu trekkjast.

 

Niðanfyri ber til at síggja hvørjum NSÍ, Víkingur og HB kunnu trekkja í Europa League. Vit koma seinni við eini grein um hvørji lið B36 kann trekkja í Champions League.

 

Hetta eru tey seedaðu liðini sum NSÍ, Víkingur og HB kunnu møta:

Maccabi Tel Aviv (Ísrael)

FC Midtjylland (Danmark)

HJK Helsinki (Finnland)

Dinamo Minsk (Hvítarussland)

Omonia (Kýpros)

Neftci Baku (Azerbadjan)

AEK Larnaka (Kýpros)

AIK Stokholm (Svøríki)

Slovan Bratislava (Slovakia)

Videoton (Ungarn)

Aktobe (Kasakstan)

Vojvodina (Serbia)

Shaktyor Soligorsk (Hvítarussland)

Spartak Trnava (Slovakia)

Brøndby (Danmark)

IFK Gøteborg (Svøríki)

Debrecen (Ungarn)

Heart of Midlothian (Skotland)

Ventspils (Letland)

Admira Wacker Modling (Eysturríki)

Lokomotiva (Kroatia)

KR (Ísland)

Dila Gori (Georgia)

Aberdeen (Skotland)

Odd Greenland (Noreg)

Gabala (Azerbadjan)

Rabotnicki (Makedonia)

Vaduz (Liechtenstein)

Kairat (Kasakstan)

Differdange (Luksemburg)

Shamrock Rovers (Írland)

St Patrick’s Athletic (Írland)

Zaglebie Lubin (Pólland)

Cracovia (Pólland)

Linfield (Norður Írland)

Dacia Chisinau (Moldova)

Beitar Jerusalem (Ísrael)

Stabæk (Noreg)

Kukesi (Albania)

Cukaricki (Serbia)

Levadia Tallinn (Estland)

Nomme Kalju (Estland)

Pyunik (Armenia)

Zimbru Chisinau (Moldova)

Breiðablik (Ísland)

Siroki Brieg (Bosnia Hezegovina)

Beroe Stara Zagora (Bulgaria)

Domzale (Slovakia)