Hesum kann B36 møta

Eins og tað í dag verður lutakast um, hvussu tey føroysku liðini trekkja í Europa League, verður eisini trekt lutakast í undanspælinum til Champions League-kappingini.

 

Tvífaldu føroyameistararnir, B36, eru eins og í fjør aftur í pottinum til lutakastið í ár.

 

B36 er í pottinum sum eitt óseedað lið, og skal tí trekkja eitt seedað lið. Merkisvert er, at eitt av liðunum, ið teir kunnu trekkja, er sama liði sum teir í fjør spældu ímóti, nevniliga The New Saints úr Wales.

 

The New Saints sær út til at vera klárt tað sterkasta av teimum seedaðu, meðan FC Santa Coloma úr Andorra, skuldi verið mett sum yvirkomilig mótstøða hjá B36.

 

Tey seedaðu liðini sum B36 kann trekkja:

 

The New Saints (Wales)

Valletta (Malta)

Flora Tallinn (Estland)

FC Santa Coloma (Andorra)