Hesum góðgætinum kunnu børn kvalast av

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av góðgæti

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av góðgæti. Orsøkin er at vandi er fyri at børn kunnu kvalast av tí. Talan er um Jelly góðgæti og talan er um fleiri sløg av ABC Jelly-góðgæti.

 

Heilt ítøkiliga er talan um:

 

– ABC Jelly Straws, Assorted, bæði posar og spannir. Talan er um posarnar, sum viga 260 gramm og um spannirnar viga 1000 gramm.

 

Talan er eisini um ABC Jelly Fruity, Assorted, sum vigar 240 gramm.

 

##med2##

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at orsøkin til ávaringina er, at evnini, E410 og E407, er í góðgætinum.  Hesi evnini kunna gera tað, at góðgætið bólgnar upp í svølginum og tí kann barnið kvalast av tí.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir fólki til at tey, sum liggja inni við hasum góðgætinum, lata tað inn aftur í handilin, haðani tað er keypt, ella koyra tað í skrell.

 

Hetta er tað slagið av góðgæti, ávarað verður um