Bretskir miðlar skriva, at Liverpool fylgir gongdini hjá 23 ára gamla Max Clark, sum spælir í hollendska Vitesse Arnhem. Enski vinstri bakkurin hevur eina fortíð í Hull City.
Liverpool hevur bara ein beinleiðis vinstra bakk í hópinum, eftir at Alberto Moreno fór úr felagnum í summar. Tí hevur nógv staðið á Andy Robertson, sum hevur spælt næstan allar dystirnar fyri Liverpool í longri tíð.
The Mirror skrivar millum annað, at umboð fyri Liverpool síggja felags eginleikar í Max Clark og Andy Robertson. Liverpool keypti á sinni Andy Robertson frá júst Hull City, har Max Cark er uppvaksin. Hann hevur seinastu tíðina spælt í Hollandi.
##med2##
Liverpool keypti fyrr í desembur japanska Takumi Minamino frá Red Bull Salzburg úr Eysturríki. Tað kom eitt sindur óvart á, at Liverpool ongan spælara keypti í summar, eftir at felagið vann Champions League Nú er líkt til, at felagið er í holt við at styrkja hópin.
Liverpool er í løtuni 13 stig fremst í Premier League. Liverpool hevur ikki vunnið enska meistaraheitið síðani 1990.












