Í finaluni í X Factor hava finalistarnir bæði framførslu sjálvir og saman við gestatónleikarum.
Jógvan Joensen skal framføra saman við danska rockbólkinum Ulige Numre, sum varð stovnaður í 2010. Bólkurin hevur givið tvær útgávur út umfamt eina EP. Seinasta útgávan, Grand Prix, er komin fyri kortum, og í vár skulu Ulige Numre á eina longri konsertferð í Danmark.
Jógvan og Ulige Numre tríva í tveir sangir hjá bólkinum – tað eru hittini København og Halvnøgen.
Sangurin København, sum kann hoyrast við at trýsta á pílin í myndini omanfyri, var fyrsta hittið hjá Ulige Numre.