Hesuferð: sesongkort til trúgv landsliðsviðhaldsfólk!

   

Heri Simonsen og Jóhan Petur Johannesen
?????????????????????????????????????


(Endurtøka av Týsklandsheimadystinum má ikki koma fyri)

Í heimadystinum ímóti Týsklandi í fjør hendi tað, sum ikki mátti henda. Mong trúgv viðhaldsfólk hjá føroyska landsliðnum, sum hava stuðlað landsliðnum í viðgongd, og kanska mest mótgongd fingu ikki atgongumerki til størsta heimadyst føroyinga nakrantíð, heimadystin ímóti Týsklandi.
Talan er um fólk, sum hava staðið "last og brast" - "Through thick and thin" við landsliðnum síðan fyrsta heimadystin ímóti Belgia í juni 1992. Hesi fólk hava sitið í øllum hugsandi veðri og stuðla okkara monnum, meðan onnur bert hava sitið heima, og í besti føri hugt eftir dystunum í SVF. Tó blivu nógvir trúføstir áskoðarar ikki løntir við einari stórari uppliving tá Týskland vitjaði klettarnar. Nei! Tá komu allir passivu ryggklapparnir og VIParnir undan, og skuldu hava atgongumerki til Týsklandsdystin! Men komu somu fólk eisini til heimadystirnar ímóti Skottlandi og Litava á Svangaskarði og dystin ímóti Íslandi á Tórsvølli. Fyri ikki at tala um vinardystirnar ímóti Liktinstein og Kasakstein? Svarið er nei!

Bert tá okkurt serligt er!
Nei hesi koma bert tá okkurt serligt er. Tey komu til dystin ímóti Spania í 96´, Danmark í 2000 og til Týsklandsdystin í fjør. Og hesi ætla kanska bara at koma til Fraklandsdystin í hesari undankappingini. Vit eru ikki tað minsta ímóti at hesi sleppa til landsdyst. Tað, sum býður okkum ímóti er, at trúfastir landsliðsstuðlar verða forfjónaðir tá stórdystirnir eru. Men vit hava eitt ítøkiligt uppskot, um hvussu nýggja FSF-nevndin við Frithleifi Olsen á odda kann loysa hetta málið á ein virðiligan hátt.

Sesongkort!
Loysnin er eitt sesongkort til allar 5 heimadystirnar hjá Føroyska landsliðnum. Fyri t.d. 750 kr. (t.e. eitt gjøgnumsnitt á 150 kr) kundu trúgv landsliðsviðhaldsfólk ogna sær eitt sesongkort, um vit siga at 2.500 sesongkort vóru lýst til sølu so hevði tað givið FSF 1.875.000 kr. í kassan her og nú. At løna trúfestr er ein góð dygd, og átti hetta eisini, at verið ein dygd hjá FSF. Hini tøku plássini, sum eru eftir til teir einsæris landsdystirnar høvdu so kunna verið seld við undansølu!

Írland og Landsdowne Road
Hesuferð eru vit í bólki við Írlandi, og skulu vit leika ímóti teimum á Landsdowne Road í Dublin. Her hava vit eitt gylt høvi at læra av mistøkunum hjá írska fótbóltsambandinum, FAI. Tá tað byrjaði at ganga væl hjá írska landsliðnum blivu mong trúgv viðhaldsfólk hjá Írlandi troðkaði burtur, og fingu/fáa ikki atgongumerki til heimadystirnar hjá Írlandi. Tey flestu plássini eru nú yvirtikin av sponsorum, við tí úrsliti, at tey, sum stuðlaðu Írlandi tá tað gekk illa í hond nærum ikki sleppa til landsdyst longur. Hetta má ikki hendai Føroyum!

Ansa eftir spekulasjón!
Ein vandi er tó við sesongkortum, og tað er børsing/spekulasjón. Men har kann FSF tryggja sær, at eingin fær loyvi at keypa meir enn t.d. 2 sesongkort pr. persón. Um FSF ikki setir skipanina við sesongkortum í verk sleppa teir at ásanna, at mong av teimum, sum koma til Fraklandsdystin ikki fara at vísa seg til heimadystirnar ímóti Sveis, Ísrael og Kýpros, og kanska ikki eingang Írland. So háttvirdu menn! Gerið tað virðiliga og rætta, og bjóði okkum trúgvu landsliðsstuðlum, sum eru til hvønn dyst møguleikan at keypa eitt sesongkort til HM-undankappingina! Tað koma tit ikki at angra!