Hesturin doyði - maðurin ongan skaða

Á politistøðini í Runavík ivast tey ikki í, at bilførarin hevði verið í lívsvanda, um hesturin hevði rakt bilin í vinstru síðu, har førarin sat. Alt takið høgrumegin, har hesturin rakti, kleimdist niður av stoytinum

Ferðsluóhapp

Heppin í óhappinum.
Soleiðis kann sigast um bilføraran, sum um 19.30-tíðina mikukvøldið koyrdi á ein hest, sum var sloppin út úr stikinum og gekk á landsvegnum omanfyri Syðrugøtu.
Á politistøðini í Runavík ivast tey ikki í, at bilførarin hevði verið í lívsvanda, um
hesturin hevði rakt bilin í vinstru síðu, har førarin sat.
Sýnið var ringt, regn og vindur, tá ið óhappið hendi.
Bilurin rakti hestin í høgru síðu og fórst rættiliga illa.
- Alt takið høgrumegin kleimdist niður, tá ið hesturin rakti og fór aftur við. Vandi
hevði verið á ferð, um nakar sat við síðuna av bilføraranum, sigur løgreglan í Runavík.


Hesturin doyði

So harður var stoyturin, at hesturin, sum er eitt stórt djór og tolir nógv, doyði á staðnum. Hinvegin slapp bilførarin tíbetur uttan mein.
Løgreglan sigur, at hesturin eftir øllum at døma hevði fingið ein dyggan stoyt í hálsin, sum var orsøkin til deyðan.
Spurdur, um ein hestur hevur loyvi at ganga leysur á landsvegnum ? til ampa fyri ferðsluna, sigur løgreglan, at tað hevur hann ikki.
- Hesturin hevur staðið í einum stiki og hevði á ein ella annan hátt sloppið sær út um, sigur løgreglan í Runavík.
Eftir hendingina, skipaði løgreglan fyri, at bilur og hestur fingust burtur av landsvegnum.