Áður var bygdin skift sundur í 598 lutir. Í dag eru teir einans 133.
Hetta er úrslitið av útskiftingini fyri Hests bygd, sum varð endað á fundi í bygdarhúsinum mikudagin í farnu viku.
Útskiftingarnevndin fyri Hest legði fram endaligan útskiftingarplan á fundi í henda dagin, og er innangarðsútskiftingin við hesum endað.
Eigararnir, sum áður áttu upp í 85 spjaddar lutir, hava nú fingið savnað eigindómin í samanhangandi jarðir.
Bygdan var áður býtt í 598 lutir. Eftir útskiftingina eru teir 133, og tá er alt við, jørð, hús, neystagrundir og líknandi.
Eigararnir hava freist til 14. mars 2012 at kæra málið til yvirútskiftingarnevndina.