Hestbygd bløðir út

- Her sær alt annað enn væl út. Eitt vanligt gerandiskvøld í Hesti eru vit neyvan fleiri enn 10 fólk í bygdini.

Tá strandfaraskipið Teistin legði at í Hesti seint seinnapartin í gjár - á veg av Gomlurætt til Skopunar - fóru tveir mans í land, og tú eygleiddi teir ávegis niðan eftir bryggjuni á veg til hús. 

 

Teir fylgdust í land, men komnir nakað niðan frá, fóru teir í hvør sína ætt. Hin eldri fór niðan trappurnar og hin yngri niðan eftir koyrivegnum saman við einum hundi, sum var komin oman at taka ímóti.

 

Meðan vit saman vóru umborð á Teistanum, lótu teir okkum vita, at bert trý fastbúgvandi fólk í Hesti eru yngri enn seksti ár. 

 

- Eg eri seksti ár, og síðan er kona mín, sum er nakað yngri enn eg. Haraftrat eru tveir menn aftrat í fimmti árunum. 

 

Teir báðir søgdu, at fastbúgvandi talið av fólki í Hesti í dag er niðan fyri 15 - ja, kanska bara 10 í tali. Í bygdini er einki skúlabarn, og eingin familja er í burðardyggum aldri.

 

- Tað sigur seg sjálvt, at soleiðis, sum útlitini eru í løtuni, doyr bygdin út, tá nøkur ár eru fráliðin. 

 

Teir søgdu báðir við ein munn, at gerst Hestur ikki partur av tunnilsætlanini, sum skal binda Sandoynna í meginøkið, doyr bygdin út um lutfalsliga fá ár.

 

- Nei, her sær alt annað enn væl út, og eitt vanligt gerandiskvøld í Hesti eru vit neyvan fleiri enn 10 fólk í bygdini, søgdu menninir, sum á myndini síggjast fara spákandi niðan eftir bryggjuni í Hesti seinnapartin í gjár.

 

Tað var tann tíð, tá útróður var í Hesti, og saltfiskur varð arbeiddur í bygdini. Í dag er einki virksemi og einasta, sum er eftir í oynni, ið kann geva eitt lítið sindur av sær, eru umleið 400 áseyðir. Í Hesti eru hvørki mjólkneyt, ei heldur ungneyt.

 

- Her er einki eftir. Vit hava eitt gott havnalag, og her liggja nakrir fáir bátar. Nútíðin krevur, at fast samband er inn á meginlandið og uttan fast samband, doyr bygdin út um nøkur ár, eru teir báðir sannførdir um.