Hesir vunnu Føroyum fyrsta sigur í 30 dystum

Hagtølini siga, at Føroyar fara av vøllinum við sigri ella javnleiki umleið sættu hvørja ferð, tá ið fótbóltslandsliðið er í eldinum. Nú høvdu vit bíðað í 30 dystir eftir einum sigri

FÓTBÓLTUR

 

Landsdysturin í Kópavági í gjár var nummar 125, síðani Føroyar rukku limaskapi í FIFA í 1988. Talan var um 16. sigurin, og 13 ferðir hevur tað verið javnt. Tølini siga, at í miðal vinna Føroyar okkurt stigið næstan sættu hvørja ferð, men tað kann eisini vera langt ímillum.

Tað eru næstan fimm ár síðani, at Føroyar síðst vunnu ein dyst. Seinasti sigurin var 18. august í 2004, tá ið vinardystur á heimavølli ímóti Malta endaði við 3-2 sigri. Síðani tá hava Føroyar spælt 30, uttan at tað eydnaðist at vinna. Bestu úrslitini hava verið 2-2 niðri á Kypros í oktober 2004 og 1-1 á heimavølli ímóti Eysturríki í oktober í fjør.

Fýra føroyskir spælarar umboðaðu í gjár Føroyar fyri fyrstu ferð. Teir vóru málverjin Gunnar Nielsen og síðuspælarin Guðmund Nielsen, sum báðir vóru við frá fyrsta bríksli, og so vóru tað Christian R. Mouritsen, sum í seinna hálvleiki loysti Guðmund Nielsen av, og Páll Mohr Joensen, sum síðstu løtuna var í álopinum fyri Andreas Lava Olsen.

Í teimum sjey landsdystunum í fjør royndu tilsamans fýra spælarar seg fyri fyrstu ferð á landsliðnum, men longu í fyrsta landsdystinum í ár hava fýra nýggir fingið møguleikan.

Gunnar Nielsen er sjeyndi málverjin á landsliðnum síðani 1988. Hinir hava verið Jens Martin Knudsen (65 landsdystir), Jákup Mikkelsen (61), Kaj Leo Johannesen (4), Bjarni Johansen (2), Sunvard Joensen (1) og René Tórgarð (1).