Hesir tríggir kunnu vinna Ballon d’Or

Nú er greitt hvørjir teir tríggir eru, sum kunnu vinna FIFA Ballon d’Or 2015, sum er heitið fyri heimsins mesta fótbóltsspælara

Tað verður Lionel Messi, Neymar ella Cristiano Ronaldo, sum vinnur FIFA Ballon d’or 2015. Tað er greitt, eftir at endaligi listin bleiv kunngjørdur fyri løtu síðan.

 

Les eisini: 23 mans listin

 

Trýfaldi vinnarin, Cristiano Ronaldo, hevur vunnið heitið tvey tey seinnu árini. Tó er Lionel Messi mettur sum favorittur at vinna sítt fimta FIFA Ballon d’Or heiti, sum verður givið til besta spælaran í heiminum.

 

Vinnarin verður funnin í januar 2016. Tað eru landsliðs-liðskipara og landsliðsvenjararnir, sum atkvøða saman við einum umboði fyri fjølmiðlarnar.

 

Lionel Messi og Neymar spæla við FC Barcelona, meðan Cristiano Ronaldo spælir við Real Madrid. Seinastu sjey árini hava Cristiano Ronaldo og Lionel Messi vunnu heiðurin.