Tað verður danski rokkbólkuin, Pretty Maids, sum fer at sparka ólavsøkuna ígongd í ár.
Tað verður nevniliga bólkurin, við teimum tilkið góðu framførðslunum á palli, sum, verður høvuðsnavnið á Tórsfestini, leygardagin 25. juli.
Hóast rokkararnir úr Horsens hava 34 ár á baki, geva teir enn tónleik út, og spæla konsertferðir kring heimin. Og lýgur heitið á seinastu útgávuni ikki, eru teir ”Louder Than Ever”, nú teir koma til Føroyar við sínum rokkshowi.
- Tónleikurin er dynamiskur, melodiskur, lurtaravinarligur, harður rokkur, spældur av fimm monnum, ið hava gjørt vælspældan rokk til sítt vørumerki, siga fyrireikararnir í fráboðanini um konsertina.
Á Tórsfestini, kava teir niður í sína lagaskjáttu og blanda nýtt tilfar við gomlum klassikarum.
Hetta er annað árið, at Tórshavnar Ítróttarráð skipar fyri Tórsfest Gongugøtuni í Havn leygarkvøldið 25. juli. Aðrir tónleikarar, sum fara á pallin hesa ferð, verða Basshunter, Týr, Byrta, Swangah, Frændur, Hjarnar, Sakaris, SIC, Goresquad, Signar & John og fleiri.