Tann 8. juli verður tónleikatiltakið Við Brúnna, og nú hava fyrireikararnir kunngjørt tríggjar teir fyrstu tónleikararnar, sum skulu framføra.
Talan er um Kim Hansen, Jens Marna Hansen og Janus W. Mortensen. Tveir teir fyrst nevndu hava drúgvar royndir, bæði sum einstaklingar og frá nógvum ymiskum tónleikabólkum. Janus er nýggjari á føroyska tónleikapallinum og hevur gjørt meir og meir vart við seg tey seinastu árini.
Forsølan av atgongumerkjum er byrjað.










