Hesir skulu yvirtaka Polar Seafood

Feigdarkvøldið, sum Anders Brøns druknaði í havnini í Ålborg, umrøddu hann og Jens Salling, stjóri, ættarliðsskifti í Polar Seafood.

 

Størsta privata felag í Grønlandi, Polar Seafood Greenland, fær um nøkur ár eitt ættarliðsskifti. Tað sigur parteigarin og stjórin í felagnum, Jens Salling, við Sermitsiaq.

 

Tað verða Miki Brøns og Bent Salling, sum skulu taka yvir leiðsluna í felagnum, tá Jens Salling um fimm ár fer at lata seg pensjónera. 

 

Hetta er ein ætlan, sum Anders Brøns, sáli, og Jens Salling í felag hava tikið. Ætlanin um ættarliðsskifti varð løgd, stutt áðrenn Anders Brøns eitt feigdarkvøld í desember í fjør doyði í havnini í Ålborg.

 

Blaðið Sermitsiaq hevur skift orð við Jens Salling, sum nú einsamallur situr við borðendan á høvuðsskrivstovuni hjá Polar Seafood.

 

Í samrøðuni sigur Jens Salling, at hann og Anders Brøns sama kvøld, sum hann druknaði, umrøddu og vóru samdir um ættarliðsskifti í Polar Seafood.

 

Sonur Anders Brøns, Miki Brøns, arbeiðir í dag í umsitingini í Polar Seafood, og sonur Jens Salling, Bent Salling, starvast í shipping-deildini í felagnum.

 

- Tað eru hesir ungu menninir, sum skulu yvirtaka raksturin. Anders Brøns og eg vóru samdir um, at Miki og Bent skulu hava fimm ár, har teir kunnu læra seg meira um fyritøkuna, sigur Jens Salling við Sermitsiaq.