Hesir skulu umboða U20-landsliðið

Kári Nielsen og Ingi Olsen hava úttikið 16 leikarar til EM-undankapping í Sveis.

Í døgunum frá 8.-10. apríl skal U20-mansliðið í landsliðshondbólti luttaka í EM-undankapping, sum verður spæld í Sveis.

 

Venjararnir báðir, Kári Nielsen og Ingi Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar:

 

Málverjar:
Niklas Simonsen, VÍF
Hørður Trúgvason, Flensburg-Handewitt

 

Útileikarar:
Rói Berg Hansen, Neistin
Teis Horn Rasmussen, Neistin
Pætur Mikkjalson, Neistin
Rasmus Müller, Neistin
Torkil M. Hentze, Neistin
Kjartan Johansen, StÍF
Pætur Johansen, StÍF
Jónas Gunnarsson Djurhuus, H71
Helgi Hildarson Hoydal, H71
Pætur Thomsen, H71
Hilmar Leon Jakobsen, H71
Áki Egilsnes, VÍF
Sjúrður Olsen, VÍF
Fríði Weyhe, KÍF

 

Leikskráin hjá føroyska U20-landsliðnum er hendan:

 

Fríggjadagin 08.04.16 kl. 16.00 Montenegro – Føroyar

Leygardagin 09.04.16 kl. 16.00 Makedonia – Føroyar

Sunnudagin 10.04.16 kl. 12.00 Føroyar – Sveits