Hesir renna minst í Premier League

Enska blaðið the Mirror hevur hugt at, hvussu nógv ymisku liðini í Premier League hava runnið fyrstu fimm umførini í ár.

Enska blaðið the Mirror hevur hugt at, hvussu nógv ymisku liðini í Premier League hava runnið fyrstu fimm umførini í ár. Tað er sjálvandi ikki neyðturviliga nakað samband millum hvussu nógv ein rennur og úrslitið á vøllinum. Í síðsta enda eru tað málini, sum telja, men talið á kilometrum kann kortini geva onkra ábending.

 

Eitt lið, sum hevur havt eina ringa viku er Manchester United. Trý tap í farnu viku, móti Manchester City, Feyenoord og Watford, hevur øst fjeppararnar hjá felagnum. Tað ger sjálvandi ikki lagið hjá fjepparunum betri, at Manchester United, sambært yvirlitinum hjá the Mirror, er liðið, sum hevur runnið minst higartil í ár, 526,6 kilometrar.

 

Ovast á listanum eru Liverpool við 581,6 kilometrum, Manchester City við 570,7 kilometrum og Tottenham Hotspurs við 565,9 kilometrum. Hesi trý liðini spæla eitt aggressivt press-spæl, so tað er einki løgið í, at teirra spælarar hava runnið mest.

 

Reyða liðið úr Manchester hevur altso runnið 50 kilometrar styttri enn reyða liðið úr Liverpool. Tað eru 10 kilometrar hvønn dyst. Teir hava runnið 45 kilometrar styttri enn ljósabláa liðið úr Manchester. Teir hava runnið minst av øllum liðunum í Premier League.

 

Men heilt galið er tað kortini ikki. Manchester United liggja framvegis nummar sjey í Premier League við níggju stigum eftr fyrstu fimm umførini. Á fremsta plássið liggur Manchester City við fullum stigatali, 15 stigum. Nummar tvey er Everton við 13 stigum og síðani Tottenham við 11 stigum.