Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur í kvøld úttikið hópin, sum skal spæla móti Rumenia tann 29 mars.
Fáar broytingar eru á liðnum, í mun til tann seinasta hópin, sum á útivølli í Grikkalandi, feldu grikkar.
Einasti leikari, ið ikki er tøkur til dystin móti Rumenia er miðvallarleikarin, Hallur Hansson, ið skal sita leikbann yvir, eftir at hann hevur fingið ov nógv gul kort. Ístaðinfyri hann, er verjuleikarin, Johan Troest Davidsen úttikin, sum var skaddur til seinasta landsdyst.
Annars líkist hópurin nógv tí, ið spældi í Grikkalandi í november.
Teir úttiknu eru:
Málverjar: Gunnar Nielsen, Teitur Matras Gestsson (HB), Tórður Thomsen (B36).
Verjuleikarar: Bárður Hansen (Víkingur), Jónas Tór Næs (B36), Viljormur Davidsen (Vejle, DK), Atli Gregersen (Víkingur), Sonni Ragnar Nattestad (Vejle, DK), Odmar Færø (B36), Jóhan Troest Davidsen (HB).
Miðvallarar: Fróði Benjaminsen (HB), Brandur Olsen (FCK, DK), Gilli Sørensen (AaB, DK), Pól Jóhannus Justinussen (NSÍ), Róaldur Jakobsen (B36), Kaj Leo í Bartalsstovu (Levanger, NO), Christian Lamhauge Holst (Fremad Amager, DK), Sølvi Vatnhamar (Víkingur).
Álopsleikarar: Jóan Símun Edmundsson (Vejle, DK), Arnbjørn Hansen (HB), Klæmint Olsen (NSÍ).