Ferðasíðan Trivago hevur hevur samanlíknað prísir og ummæli av býum í Europa og gjørt ein lista við teimum býum, sum hava bíligastu gistingarmøguleikar, men fáa lutvíst bestu ummæli.
Teir stóru ferðavinnubýirnir í Europa eru sum vera man ikki á listanu, men listin skal siga nakað um, hvar tað fæst mest fyri pengarnar, um tú skalt í feriu og ætlar at ansa eftir pengapunginum.
10 teir ovastu býirnir á listanum eru allir í Eystureuropa. Nummar 1 er Mostar í Bosnia Hersogovina, og síðani koma Novi Sad í Serbia og Veliko Tarnovo í Bulgaria.
Topp 10 yvir býirnar, har tað fæst mest fyri pengarnar, er hesin:
1. Mostar (Bosnia Hersogovina)
2. Novi Sad (Serbia)
3. Veliko Tarnovo (Bulgariar)
4. Suzdal (Russland)
5. Lviv (Ukreina)
6. Eger (Ungarn)
7. Odadea (Rumenia)
8. Pécs (Ungarn)
9. Safranbolu (Turkaland)
10. Sibiu (Rumenia)










