Hesir føroyingar kunnu fáa norðurlendska mat-virðisløn

Avgerðin fellur fyrsta juni

Tann fyrsa juni skulu norðurlendsku Embla-virðislønirnar aftur handast, og tað verður í Reykjavík í Íslandi.

Talan er um eina virðislønin, sum varð sett á stovn fyri heiðra tey, sum serliga hava gjørt vart við seg í norðurlendskari mmatframleiðslu í Norðurlondum. Og hesa ferð eru seks føroyingar í uppskoti til at fáa virðislønir.

– Embla fagnar tað besta í norðurlendskari matgerð, rávørur, matvørur, framleiðsluhættir og fakfólkini aftanfyri.

Føroyska luttøkan er skipað í samstarvi millum Bóndafelag Føroya, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, iNOVA, Visit Faroe Islands og Atlantic Airways.

Tey tilnevndu úr Føroyum eru: Ein dagur á Grynnuni í bólkinum, sum er í uppskoti í bólkinum, Norðurlendskur matur til børn og ung.

Jóan Pauli Joensen er tilnevndur í bólkinum Norðurlendski matsamskiftarin, og Gimburlombini í Nólsoy eru tilnevnd í bólkinum, Norðurlendskt matferðamál.

Johannes Jensen er í uppskoti í bólkinum, Norðurlendski matíverksetarin og Grøna oyggin er í uppskoti í bólkinum, Norðurlendski rávøruframleiðarin.

Og at enda eru Tarvskálvar á Gásadalsgarðinum í uppskoti í bólkinum Norðurlendski mathandverkarin.

Føroyska dómsnevndin sigur, at Ein dagur á grynnuni er stórt mattiltak, sum er í Tórsgøtu í Havn. Har verður ljós varpað á tilfeingið í sjónum, har málbólkurin fyrst og fremst er børn og ung og familjur.

Pauli Joensen hevur nýtt ein stóran part av sínum lívi at granska og skjalprógva føroyska køkin og mathandverkið við tí endamáli at miðla og varðveita eina serliga matmentan, sum hevur verið undir trýsti frá innfluttum matvørum.

– Tey framúr nýhugsandi fólkini handan “Gimburlombini” í Nólsoy eru sera dugnalig til at gera alla Nólsoynna og fólkini í bygdini sum ein part av ferðavinnuupplivingini og harafturat eisini alt, sum oyggin hevur at bjóða.

– Vanliga  eru tarvskálva burturkast, sum vórðu beindir burtur, beint sum teir vóru kálvaðir.

Gásadalsgarðurin hevur funnið ein hátt at nýta hetta tilfeingið, har tey ala tarvskálvarnar vistfrøðiliga, fletta teir og ræsa kjøtið í einum hjalli.

Johannes Jensen hevur starvast í hotel- og matstovuvinnuni seinastu 15 árini. Hann hevur latið fleiri matstovur upp, allar við ymiskum og serstøkum eyðkenni. Eisini hevur hann spælt ein stóran leiklut í at gera føroyska køkin og matlist til ein sýnisglugga bæði fyri føroyingar og útlendingar.

Millum matstovurnar, hann hevur latið upp, er tvey stjørnaða Michelin-matstovan KOKS, sum setur lokalar rávørur í  miðdepilin.

– Grannabóndagarðarnir Miðstovugarður og Uttastovugarður heima á Sandi hava gingið undan við at dyrka grønmeti í Føroyum. Hetta hevur ikki verið gjørt í fleiri mansaldrar orsakað av náttúrliga umhvørvinum og møguleikanum at innflyta grønmeti bíliga.