Hesir eru úttiknir til landsliðið

Ein nýggjur spælari er úttikin til fótbóltslandsliðið hjá monnum

Manslandsliðið í fótbólti skal spæla tveir EM-landsdystir í mars mánaði. Teir verða á útivølli ímóti Malta og Rumenia.

Í morgun hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari, úttikið landsliðshópin til dystirnar.

Ein nýggjur spælari er í hópinum. Tað er Skála-málmaðurin Karstin Hansen, sum hevur fingið boð til hópin hesaferð. Seinastu tvey árini hevur Karstin vart málið á U21 landsliðnum.

Árni Frederiksberg, sum ikki hevur verið tøkur til landsliðið í eina tíð, er úttikin aftur. 

Spælarar sum Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Vatnhamar, Meinhard Olsen og Patrick Johannesen vórðu ikki úttiknir hesaferð.

Málmenn
Gunnar Nielsen, FH
Teitur M. Gestsson, HB
Karstin Hansen, Skála

Verjuspælarar
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, Ham Kam
Viljormur Davidsen, Vejle
Magnus Egilsson, HB
Gilli Sørensen, Brann
Sonni R. Nattestad, Fredericia

Miðvallarspælarar
Heini Vatnsdal, Fremad Amager
Rene Shaki Joensen, Grindavík
Hallur Hansson, AC Horsens
Brandur H. Olsen, FH
Rógvi Baldvinsson, Bryne
Kaj Leo í Bartalsstovu, Válur
Árni Frederiksberg, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Álopsspælarar
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld
Jákup Thomsen, FH
Klæmint Olsen, NSÍ