Hesir eru tilnevndir til ársins miðvallara

HB eigur tvær tilnevningar, meðan tað triðja kemur úr eysturoynni

Fríggjadagin 2. november klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2018, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. 

 

Tað eru venjarar, liðskiparar, tíðindsfólk og viðmekrjarar, ið atkvøða. Nú er greitt hvør er tilnevndur til ársins miðvallari hjá monnum.

 

Ársins miðvallari: (Íroknað vengur)

Adrian Justinussen, HB

Árni Frederiksberg, NSÍ

Brynjar Hløðvarsson, HB

 

Fótbóltsgalla 2018 verður í Reinsaríinum í Havn, og verður sent beinleiðis á FM1 fríggjakvøldið klokkan 20.